U19-landsliðið spælir í dag

Føroyska U19-landsliðið spælir seinnapartin fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum teir luttaka í í Estlandi. Dysturin verður kl.14.00 ímóti Ukreina.

 

Hini bæði liðini í bólkinum eru Ongland og Estland. Fríggjadagin spæla Føroyar ímóti Onglandi, meðan vertslandið Estland bíðar mánadagin. Allir dystirnir byrja kl.14.00.

 

Venjararnir, sum eru Eyðun Klakstein go Oddbjørn Joensen, hava tikið hesar 18 leikararnar við sær til Estlands:

 

Jákup Højgaard, Patrick Larsen, Hørður Askham og Rasmus Dan Sørensen, B36

Poul N. Mikkelsen og Tórur Justesen, KÍ

Eli Nolsøe Leifsson og Rói av Fløtum, HB

Eirikur Magnusarson, Teitur J. Olsen, Ragnar Tausen og Poul Ingason, TB

Allan J. Hansen, EB/Streymur

Jón Áki Jacobsen, FC Suðuroy

Haraldur R. Højgaard, B68

Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland (DK)

Marcus Bruun Rasmussen, Suså IF (DK)

Andrias H. Eriksen, Varde IF (DK)