U19-landsliðið hjá monnum vann á Estlandi

Hondbóltslandsliðið hjá U-19 tekur hesa vikuna lut í stórari altjóða kapping í Göteborg í Svøríki. Føroyingar spæla móti bestu londunum í Europa, og eru komnir í bólk við Slovakia, Danmark, Estlandi, Sveits og Finnlandi.

 

Í fyrsta dystinum móti Estlandi í dag vunnu Føroyar ein tryggan sigur. Úrslitið gjørdist 16-11 til Føroyar. Hetta var óvæntað, tí Føroyar eru í ferð við at byggja eitt ungt lið upp, har fleiri bert eru 16 og 17 ára gamlir.

 

Í Gøteborg er stór fjøld av føroyingum savnað, tí H71 úr Hoyvík og VÍF úr Vestmanna taka lut í árliga Partillecup, sum er heimsins størsta hondbóltskapping. So á áskoðaraplássunum vóru fleiri hundrað føroyingar sum lyftu landsliðið fram til sigurs, sigur Høgni Hoydal, sum er millum áskoararnar.

 

Føroyska liðið spælir aftur kl. 15.00 í dag ímóti Sveits.

 

Málskjúttar fyri føroyska liðið vóru: Julian Olsen 3, Helgi Hoydal 3, Allan Norðberg 3, Rasmus Gullfoss 3, Eirikur J. Simonsen 2, Rói B. Hansen 1, Tróndur Arge 1(Tøl HSF.fo)