Føroyska U19 kvinnulandsliðið í hondbólti heldur fram við at avrika væl í EHF Championship kappingini í Litava.
Tær hava júst vunnið 37-36 á Slovenia í hálvfinaluni aftaná brotskastskapping.
Tað stóð á jøvnum 33-33 aftaná vanliga leiktíð. Liðini fóru beint til brotskastskapping.
Í brotskastkappingini fall avgerðin tá Silja A. Müller bjargaði avgerandi brotskastinum.
Í steðginum vóru Føroyar á odda 18-16. Eitt skiftið í seinna hálvleiki vóru Føroyar á odda 24-20, men Slovenia stríddi seg upp á 25-25 og aftaná skiftust liðini um at hava leiðsluna.
Karin Egholm gjørdist toppskjútti við átta málum, og hon var vald at vera besti føroyski leikarin.
Málskjúttar: Karin Egholm 8, Bjørk F. Joensen 6, Maria P. Nólsoy 6, Anna Elisabeth H. Weyhe 5, Silja Olivia Heðinsdóttir 4, Lukka Arge 3, Barbara Hammer 2, Lea Mohr 1, Sára S. Mikkelsen 1, Anna S. Mikkelsen 1.
Silja A. Müller bjargaði 20 prosent av málroyndunum.
Føroyar møta Spania í finaluni. Spania vann 38-33 (19-9) á Litava í hálvfinaluni.
Vinnarin av finaluni sleppur at taka lut í U20 EM-endaspælinum komandi summar.
Í innleiðandi bólkaspælinum taptu Føroyar 28-29 (16-13) fyri Spania.