Fótbóltur
Tað var eisini lutakast til komandi U19 undankappingina fyri kvinnur í Sveits í dag (týsdagur 11. desember 2007).
Føroyar komu í bólkin, sum skal spælast í Portugal. Portugal var styrkimett millum tey sterkastu, og úr tí pottinum kom eisini grannatjóð okkara, Noreg. Fjórða tjóðin í okkara bólki, Bólki 1, verður Rumenia.
Kappingin hjá føroysku U19-kvinnunum verður spæld í Portugal í døgunum 24. september til 2. oktober 2008.










