Bæði kvinnurnar og menninir taptu sínar dystir ímóti Danmark, men hjá kvinnunum restaði lítið í, at tað eydnaðist at fáa um ikki annað ein fimmsettara burturúr.
Føroysku kvinnurnar vunnu 25-21 í triðja setti, men taptu tey bæði fyrru, 21-25 og 22-25, hóast tær í báðum førum vóru á odda 21-18 ímóti endanum á settunum.
Í fjórða setti høvdu tær donsku munin allan vegin og vunnu 25-17, so talan gjørdist um ein 3-1 sigur til Danmark.
Danmark vann í gjár á Norra, sum Føroyar møta í dag klokkan 17.30, og vinna føroysku kvinnurnar tann dystin, koma tær í finaluna.
Menninir ongan kjans
Høvdu kvinnurnar ein veruligan kjans, so høvdu menninir tað ikki, tí teir fingu ongantíð hótt danska liðið, sum á øllum økjum hevði munin og var betri.
Bárður Jacobsen og Niels Erik Egholm Anderson, sum fóru út við skaða ímóti Íslandi í gjárkvøldið, vóru ikki við henda dystin og eru helst lidnir í kappingini.
Endaliga úrslitið gjørdist 3-0 til Danmark, sum vann settini 25-16, 25-17 og 25-17. Menninir spæla í kvøld klokkan 20 ímóti Norra.










