Føroyska U19-kvinnulandsliðið, sum seinastu vikuna hevur luttikið í EM-undankapping í Kroatia, fekk í dag eitt rímiliga gott úrslit við sær aftur til Føroya.
Í fyrsta dystinum sá einki út ímóti Ukreina, og taptu tær føroysku heili 10-0. Síðani ressaðust tær nakað og taptu 4-0 ímóti Belgia, og í dag ímóti vertslandinum Kroatia tóku tær seinasta fetið. Hóast talan ikki gjørdist um nakað stig, so kundu tær fegnast um at koma á máltalvuna, tí tær taptu nevniliga 4-1 eftir at hava verið aftanfyri 2-0 í hálvleikinum.
Føroyska málið skeyt Eyðvør Klakstein umvegis brotsspark í 86. minutti. Tá minkaði hon til 3-1, áðrenn Kroatia staðfesti ein 4-1-sigur í yvirtíðini.
Tær, sum mannaðu føroyska liðið í dag, vóru: Monika Biskopstø, Kristianna Balle, Anna A. Brimnes, Annika Petersen, Durita Róin, Eyðvør Klakstein, Maria K. Thomsen, Elsa S. Jacobsen, Birna T. Johannesen, Elin Maria Isaksen og Ásleyg Súnadóttir. Durita Nielsen, Johanna Lervig og Marta S. Thomsen vórðu innskiftar.
Føroyska U19-kvinnulandsliðið endaði aftast í bólki teirra við ongum stigi. Føroyska ferðalagið verður aftur í Føroyum í morgin seinnapartin.