Eftir ein ótrúligan endaspurt og eitt nervapirrandi og drúgt fimta sett, eru føroysku U19-kvinnurnar í finaluni í NEVZA-meistarakappingini, sum verður spæld í morgin. Føroyar vunnu 3-2 á Norra og longu nú er úrslitið fantastiska gott.
Tað byrjaði við, at Norra vann 25-18 í fyrsta setti og 25-23 í øðrum setti, har Føroyar tó vóru fleiri ferðir á odda og fylgdu Norra heilt upp til 23-23. Men hóast Norra í settum nú var á odda 2-0, góvu Føroyar ikki upp.
Í triðja setti vóru føroysku kvinnurnar á odda 14-7, 19-14 og 22-16, og vunnu so settið 25-21. Fjórða sett var javnari, men Føroyar høvdu fyri tað mesta munin, tó at Norra kom upp á 21-21 ímóti endanum. Men við serviessi tryggjaði Eina Kalsø 25-23 og eitt fimta og avgerandi sett.
Sera dramatiskur endi
Her gjørdist tað dramatikkur við lít, tí Føroyar vóru á odda allan vegin uppeftir 3-1, 5-1, 6-5, 9-5 og 11-7. Men so fekk Norra fatur í Føroyum og javnaði til 12-12 og fór enntá framum 12-13, so her sást, at endin fór at gerast spennandi.
Liðini skiftust um at føra, og Føroyar høvdu fimm matsjbóltar og Norra tveir. Sofía Purkhús servaði við einum essi Føroyar á odda 20-19, men fekk í servuni skaða og mátti lata seg skifta út.
Í hennara stað kom unga kollfjarðakvinnan, Bára Silvansdóttir, sum spælir við Fleyr. Hon fekk í avgerandi løtuni víst, at hon eisini var nóg køld til avgerandi servur, tí við einum essi, har bólturin bara akkurát datt yvirum, servaði hon Føroyar til sigurs, 21-19.
Sostatt endaði dysturin 3-2 til Føroyar, sum tí eru í finaluni í morgin, sum aftur verður ímóti Danmark, sum føroysku kvinnurnar taptu tepurt fyri í gjár. Um eina løtu skulu føroysku U19-menninir spæla sín síðsta innleiðandi dyst ímóti Norra.










