U19-kvinnur spæla EM-undankapping

Hetta er fyrstu ferð, at U19-kvinnur í flogbólti verða við í eini undankapping til evropameistaraheitið.

U17 genturnar, sum í heyst vóru við í NEVZA-kapping í Onglandi, hava nú møguleika at verða við til EM í flogbólti.

Fyri fyrstu ferð nakrantíð verða føroysku U19-kvinnurnar í mai mánaði í ár við í undankapping til EM.

Nevndin í Flogbóltssambandi Føroya, FBF, hevur gjørt av at melda U19-kvinnurnar til EM undankappingina, sum verður í døgunum 31. mars til 3. apríl í ár.

Kappingin verður hildin í Skotlandi, og føroysku kvinnurnar skulu kappast móti Kypros, Luksemburg, Norðurírlandi og vertstjóðini, Skotlandi.

U19-kvinnurnar hava annars javnan verið við í kappingum uttanlands. Seinast vóru tær við í NEVZA-kapping í Onglandi, men hetta tað er fyrsta ferðin, at liðið verður við í undankapping til evropameistaraheitið.

Leikararnir, sum eru við, eru føddir eftir 1. januar 1998.

Tað er evropeiska flogbóltssamgongan, CEV, sum skipar fyri kappingini, har øll liðini spæla móti hvørjum øðrum.