U19: Í mótbrekku móti makedónum

Hóast U19 landsliðið við gentum fyri stóran part avrikaði væl, so gjørdist mótbrekkan ov tung móti Norðurmakedónia, sum vann dystin 3-0

Tað gjørdist ein ørkymlandi byrjan upp á EM undankappingina hjá U19 landsliðnum við gentum, sum annars kom væl frá byrjan í fyrsta dystinum, har mótstøðuliðið var Norðurmakedónia. Fyrstu løtuna vóru føroysku genturnar væl við leikliga og spældu seg til fleiri góðar málmøguleikar, tíverri uttan at tað gjørdi nakað við máltalvuna.

 

Mótstøðuliðið fótaði sær, sum fyrri hálvleikur leið, og tað var tí heldur ikki heilt óuppiborið, tá Norðurmakedónia legði seg á odda í 33. minutti. Tað tók ikki mótið frá føroyska liðnum, sum helt fram við harða arbeiðnum. Møguleikar fyri málum komu í báðum endum, men tíverri eydnaðist tað betri hjá mótstøðuliðnum at gagnnýta sínar møguleikar, enn tað gjørdi hjá okkara gentum.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Norðurmakedónia um leiðsluna til 2-0, og tá gjørdist mótbrekkan veruliga tung, sigur Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari við heimasíðuna hjá FSF.

 

– Sjálvt um Norðurmakedónia var eitt sindur betri enn vit, so haldi eg, at vit stríddust væl, og at okkara dystarætlan fyri ein part riggaði væl. Vit komu til góðar støður og onkrar stórar málmøguleikar, men megna tíverri ikki at skora. Tá so tær fáa nøkur óheppin mál, so er tað mótbrekka, sigur hann.

 

Steinur varð enntá lagdur omaná byrðu, tá Norðurmakedónia fekk brotsspark í 87. minutti. Tað varð umsett til mál og 3-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið av dystinum. Hóast tapið er ein beisk byrjan upp á undankappingina, so kann liðið taka fleiri góð ting við sær til teir báðar komandi dystirnar.

 

– Vit reagera væl eftir málini og royna at svara aftur, men gerast tíverri ov stuttar í hesum dystinum. Sum so eru vit tó nøgd við arbeiðsavrikið, men til komandi dyst er málið, at vit gerast betri við bóltinum, soleiðis at vit í longri løtum kunnu halda upp á bóltin og vónandi skapa meira, sigur Pætur S. Clementsen.

 

U19 landsliðið skal aftur á vøllin leygardagin, og tá er mótstøðuliðið Kýpros.