U19: Hópurin til EM úttikin

Víkingur er best umboðað á U19-landsliðnum

Í september mánað vóru U19 dreingirnir á venjingarlegu í Pinatar í Spania, har teir møttu Skotlandi og Turkmenistan - Mynd: www.FSF.fo

Øssur Hansen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið 18 spælarar til EM-undankappingina, sum verður í Kosovo um ein lítlan mánað, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Fyrst Spania, og síðani Eysturríki og Kosovo vera føroysku mótstøðulondini, tá U19-landsliðið við dreingjum um ein lítlan mánað fer til Pristina í Kosovo, har bólkur J í EM-undankappingini er á skránni. Øssur Hansen er venjari hjá U19-dreingjunum, og hann hevur nú sett navn á teir 18, ið eru boðsendir til komandi landsliðsuppgávur.

 

Fimm leikarar koma úr Víkingi, tveir spæla fyri ávikavist 07 Vestur, HB og TB, meðan FC Suðuroy, EB/Streymur, B36, AB, Skála og B68, umframt Kristiansund IL í Noregi, eru umboðað við einum spælara í part á U19-landsliðnum hesaferð.

 

Føroyar leggja fyri ímóti Spania mikudagin 13. november, tríggjar dagar seinni møtast Føroyar og Eysturríki, og týsdagin 19. november spæla okkara dreingir móti Kosovo.

 

Hópurin:

 

Sámal á Steig, 07 Vestur

 

Rasmus Olsen, FC Suðuroy

 

Vírgar Jónsson, EB/Streymur

 

Jónas Prior, 07 Vestur

 

Ingi Arngrímsson, Víkingur

 

Torkil Jespersen Holm, TB

 

Bjørn Bjarkhamar, Víkingur

 

Jósef Ólavsson, Víkingur

 

Árni Nóa Atlason, Víkingur

 

Mattias Hellisdal, B36

 

Arnór Brandsson, Víkingur

 

Baldur Niclasen, HB

 

Sjúrður Henriksen, AB

 

Aron Benjaminsen, Kristiansund IL (Noreg)

 

Markus Isaksen, Skála

 

Bartal Páll Klein, B68

 

Djóni Samuelsen, HB

 

Aron Arnoldsen, TB

 

Dystaskráin:

 

13. nov. Spania – Føroyar

 

16. nov. Eysturríki – Føroyar

 

19. nov. Føroyar – Kosovo

 

Í september mánað vóru U19 dreingirnir á venjingarlegu í Pinatar í Spania, har teir møttu Skotlandi og Turkmenistan - Mynd: www.FSF.fo