U19: Hópurin til EM undankappingina úttikin

Nú er greitt, hvørjar eru við í føroyska hópinum, sum skal spæla EM undankapping í Armenia á páskum

Føroyska WU19 landsliðið eftir 4-0 sigur móti Liktinstein í november. Nú gongur leiðin til Armenia - Mynd: Savnsmynd

Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjari hevur úttikið hópin til EM undankappingina hjá WU19 landsliðnum, sum verður í Armenia í døgunum 4.-11. apríl. Føroyar skulu spæla móti Malta fríggjadagin 7. apríl og síðan móti Armenia mánadagin 10. apríl, sum eisini er annar páskadagur.

 

Hópurin byrjar ferðina við venjing í Sørvági týsdagin 4. apríl, áðrenn leiðin gongur til Yerevan í Armenia. Landsliðsvenjarin hevur sent boð eftir hesum 17 spælarunum:

 

Kristina D. Gásdal, 07 Vestur

 

Bára Jansdóttir, 07 Vestur

 

Lisa Haraldsen, 07 Vestur

 

Jovina av Skarði, B36

 

Ester Ellingsgaard, B36

 

Sarita Petersen, EBS/Skála

 

Marita Lisberg, EBS/Skála

 

Natalia D. Olsen, EBS/Skála

 

Anna Brændstrup, HB Køge

 

Malena Olsen, KÍ

 

Lóa Samuelsen, KÍ

 

Jancy Mohr, KÍ

 

Jórun Najma Patawary, KÍ

 

Rakul Sørensen, Víkingur

 

Gunnvá Lutzen, Vildbjerg

 

Sólja Ernstdóttir, Vildbjerg

 

Anna Katrina Mikkelsen, AaB

 

Føroyska WU19 landsliðið eftir 4-0 sigur móti Liktinstein í november. Nú gongur leiðin til Armenia - Mynd: Savnsmynd