U19: Hópurin móti Litava úttikin

Landsliðsvenjarin hevur úttikið føroyska WU19 hópin til vinardystirnar móti Litava seinni í september

WU19 hópurin, sum í Apríl tryggjaði Føroyum bólkasigur í EM undankapping og harvið luttøku í A-deildini til undankappingina í heyst. Mynd: FSF/Savnsmynd

Sum liður í fyrireikingunum til EM undankappingina í heyst, har Føroyar á fyrsta sinni skulu spæla við í A-deildini hjá UEFA, hava føroysku U19 genturnar tveir vinardystir á skránni í sonevnda september-vindeyganum. Mótstøðuliðið er Litava, og liðini bresta saman 22. og 24. september í Kaunas, skrivar FSF.fo.

 

Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari hevur nú úttikið tær 18 spælararnar, sum tilsamans mynda hópin til dystirnar.

 

Tær úttiknu eru hesar:

 

Lisa Haraldsen, 07 Vestur

 

Petra Hoydal, AaB (Danmark)

 

Súsanna Laksafoss Godtfred, B36

 

Marita Lisberg, EBS/Skála

 

Sólja Ernstdóttir, EBS/Skála

 

Teresa Jacobsen, HB

 

Astrid Mittfoss, HB

 

Fríða M. Jakobsen, HB

 

Anna Brændstrup, HB Køge (Danmark)

 

Jórun N. Patawary, KÍ

 

Jancy Mohr, KÍ

 

Vár Johannesen, KÍ

 

Jonnhild á Sondum, NSÍ

 

Agatha K. Djurhuus, TB/FCS/Royn

 

Rakul Sørensen, Víkingur

 

Anna Katrina Mikkelsen, Víkingur

 

Fríða Magnussen, Víkingur

 

Gunvá Lutzen, Vildbjerg (Danmark)

 

Eftir dystirnar hava U19 genturnar tvær venjingar á skránni heima í Føroyum í oktober, áðrenn leiðin gongur til Belgia at spæla EM undankapping 23.10 – 01.11; tá eru Føroyar í bólki saman við Belgia, Írlandi og Hollandi.

 

WU19 hópurin, sum í Apríl tryggjaði Føroyum bólkasigur í EM undankapping og harvið luttøku í A-deildini til undankappingina í heyst. Mynd: FSF/Savnsmynd