Føroyska U19-manslandsliðið tapti 27-29 fyri Iran í øðrum dystinum í innleiðandi bólkaspælinum í bólki H í HM-endaspælinum í Kroatia.
Føroyar vóru á odda 13-9 í steðginum og vóru leingi á odda, men seinastu løtuna gekk galið, har okkara menn brendu illa, samstundis sum iranar sluppu við harðligum spæli móti Óla Mittún.
Føroyar brendu 44 prosent av málmøguleikunum, og málverjar okkara bjargaðu bara 17 prosent av málroyndunum, sambært hagtølunum.
Talan er um eitt svíðandi tap, har okkara lið var mett at vera greiður favorittur.
Fyrr í dag vann Svøríki 62-16 (31-4) á Burundi. Svøríki og Iran hava trý stig hvør. Føroyar hava tvey stig og Burundi einki stig.
Leygardagin klokkan 18 spæla okkara menn móti Svøríki. Vinna Føroyar ikki tann dystin sleppa vit ikki víðari til ovara millumspælið. Vinna vit ikki á Svøríki gerast vit í besta føri nummar 17 í kappingini.
Málskjúttar: Óli Mittún 9/15, Ísak Vedelsbøl 5/6, Óla Jákup Gaard Olsen 4/8, Niklas Gaard 4/9, Rókur Ziskason 2/3, Jákup Egholm 2/4, Búi Poulsen 1/2.