Føroyska U19 manslandsliðið hevur ryggin móti múrinum. Svíðandi 27-29 (13-9) tapið fyri Iran merkir, at Føroyar mugu vinna á Svøríki í triðja dystinum í innleiðandi bólkaspælinum í bólki H.
Dysturin er móti Svøríki sum leikti javnleik 26-26 móti Iran, og hevur tí eitt stig meira enn Føroyar. Føroyar mugu tí vinna dystin fyri at vinna seg víðari til ovara millumspælið. Vinna Føroyar ikki skulu okkara menn spæla um endastøðurnar millum nummar 17 og 32.
12 altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hava Svøríki sum ein rættiliga greiðan favoritt til at vinna dystin.
Oddsini upp á svenskan sigur liggja millum 1,36 og 1,50.
Oddsini upp á føroyskan sigur liggja millum 3,10 og 3,75.
HER eru oddsini:
##med2##