Føroyska U19 manslandsliðið vann seg víðari til ovara millumspælið úr innleiðandi bólki H, og er millum 16 tey fremstu landsliðini í heiminum.
Føroyar vunnu 34-31 á Svøríki. Óli Mittún gekk undan við at skjóta heili 17 mál, og hann var sjálvandi valdur til at vera besti maður hjá Føroyum.
Í steðginum var støðan javnleikur 14-14.
Iran vann fyrr í dag 46-24 (24-13) á Burundi. Iran vinnur tí bólkin við fimm stigum. Føroyar hava fýra stig og Svøríki hevur trý stig. Burundi endar aftast í bólkinum við ongum stigi.
Málskjúttar: Óli Mittún 17/25, Rókur Ziskason 3/3, Óla Jákup Gaard Olsen 3/3, Tróndur Johnsson 3/3, Niklas Gaard 2/3, Jákup Egholm 2/3, Aleksandar Lacok 1/1.
Føroyar enda í millumbólki 4 saman við Týsklandi, Iran og Saudi Arabia. Týskland og Iran hava tvey stig við sær yvir í millumspælið. Føroyar og Saudi Arabia hava einki stig við sær yvir í millumspælið.
Mánadagin spæla Føroyar móti Týsklandi, og týsdagin spæla Føroyar móti Saudi Arabia. Skulu vit vinna okkum í fjórðingsfinalurnar fer tað at krevja tveir sigrar.