Føroyar spæla U19 HM-fjórðingsfinalu móti Egyptalandi hósdagin klokkan 12.
Upprunaliga var ætlanin, at Føroyar og Egyptaland skuldu spæla klokkan 11 í morgin, men tað bleiv broytt.
Dysturin er nú tíðarfestur til at byrja klokkan 12.
U19 HM-Fjórðingsfinalurnar vera allar leiktar hósdagin. Tær eru Føroyar-Egyptaland klokkan 12, Spania-Týskland klokkan 14.30, Danmark-Portugal klokkan 17 og Kroatia-Noreg klokkan 19.30.