U19 HM: Føroyar møta Egyptalandi í fjórðingsfinaluni

Fjórðingsfinalan verður leikt hósdagin klokkan 12

Mynd: IHF

So er tað staðfest, at føroyska U19-manslandsliðið vann millumbólk 4 í HM-endaspælinum í Kroatia.

 

Týskland vann 32-25 (13-9) á Iran. Føroyar og Týskland enda á fýra stigum hvør. Føroyar eru betri innanhýsis og taka tí fyrsta plássið. Iran sum vann á Føroyum endar aftast í bólkinum, tí teir taptu móti Saudiarabia, ið eisini hevur tvey stig í millumbólki 4. Iran vann annars á Føroyum í tí innleiðandi bólkinum.

 

Hetta merkir, at Føroyar møta nummar tvey í millumbólki 2, ið er Egyptaland. Egyptaland tapti bólkafinaluna í millumbólki 2 fyri Spania. Spania vann 42-35 (20-17), og vinnur harvið bólkin. 

 

Føroyar spæla fjórðingsfinalu móti Egyptalandi hósdagin klokkan 12.

 

Fjórðingsfinalurnar vera allar leiktar hósdagin. Tær eru Føroyar-Egyptaland klokkan 12, Spania-Týskland klokkan 14.30, Danmark-Portugal klokkan 17 og Kroatia-Noreg klokkan 19.30.

 

Vinnarin av dystinum millum Føroyar og Egyptaland møtir vinnaranum av dystinum millum Spania og Týsklandi. Tann hálvfinalan verður leikt fríggjadagin klokkan 17. 

 

 

 

 

 

Mynd: IHF