U19 HM: Føroyar eru risastórir favorittar hjá veddingarfyritøkunum

Góða avrikið hjá Iran móti Svøríki skalar ikki trúnna hjá veddingarfyritøkunum upp á ein greiðan føroyskan sigur

Klokkan 18 spælir føroyska U19 manslandsliðið annan dystin í innleiðandi bólki H í HM-endaspælinum í Kroatia.

 

Dysturin er móti Iran, ið avrikaði sera væl móti svensku favorittunum ígjár. Iran megnaði javnleik 26-26 móti Svøríki.

 

Tó lata svenskir hondbóltsmiðlar ilt av sær um eitt sera vánaligt svenskt avrik móti Iran ígjár. 

 

Tí liggur í kortunum, at Føroyar fáa eina torføra uppgávu móti Iran í kvøld. Megna Føroyar at vinna í kvøld eru okkara menn víðari til ovara millumspælið.

 

Men níggju altjóða veddingarfyritøkur halda ikki, at Føroyar fáa ein torføran dyst móti Iran. Hjá hesum níggju veddingarfyritøkunum eru Føroyar risastórur favorittur, ið er løgið, tá ein hevur góða iranska avrikið móti Svøríki í huga.

 

Oddsini upp á føroyskan sigur liggja millum 1,01 og 1,03. Tað vil siga, at setir tú 100 krónur á ein føroyskan sigur og Føroyar vinna, so fært tú í mesta lagi tríggjar krónur aftur í vinningi.

 

Oddsini upp á iranskan sigur liggja millum 12,00 og 17,00, sum er margháttligt í mun til góða avrikið hjá Iran ígjár.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##