U19 HM: Føroyar eru favorittar móti Noregi

Her eru oddsini upp á dystin um sjeynda plássið millum Noreg og Føroyar

Mynd: IHF

Klokkan 11.30 í morgin spæla U19 manslandsliðini hjá Føroyum og Noregi um sjeynda plássið í HM-endaspælinum í Kroatia. Talan er eisini um ein dyst um hvør er næstbest av norðurlondunum í árganginum. 

 

Danmark spælir HM-finalu móti Spania klokkan 19 sunnukvøldið, og er tí besta norðurlandið í hesum árganginum.

 

11 altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin millum Føroyar og Noreg, og tær hava Føroyar sum favoritt til at vinna dystin. 

 

Oddsini upp á føroyskan sigur liggja millum 1,40 og 1,47.

 

Oddsini upp á norskan sigur liggja millum 3,10 og 3,40.

 

HER eru oddsini: 

 

##med2##

 

 

 

Mynd: IHF