Hálvleikur er í øðrum dystinum hjá føroyska U19-manslandsliðnum í bólkaspælinum í bólki H.
Mótstøðuliðið í dag er Iran.
Støðan í steðginum er 13-9 til Føroyar. Iran gevur dygga mótstøðu, og tað var ikki fyrrenn móti endanum, at Føroyar komu framum við fleiri málum.
Føroyar hava skorað upp á 57 prosent av málmøguleikunum.
Sasha Lacok í málinum hevur bjargað 25 prosent av iransku málroyndunum.
Málskjúttar: Ísak Vedelsbøl 4/4, Óli Mittún 4/7, Niklas Gaard 3/7, Óla Jákup Gaard Olsen 1/2, Jákup Egholm 1/3.
Fyrr í dag vann Svøríki 62-16 (31-4) á Burundi, og hevur nú trý stig.