U19: Føroyar í finaluni

Føroysku U19-kvinnurnar hava vunnið seg í finaluna í Women’s Trophy-kappingini, og hana spæla tær seinnapartin í morgin ímóti vertunum úr Georgia

Enn einaferð var talan um ein dyst, har verjuspælið bleiv avgerandi, tí byrjanin var eitt sindur linlig, so Lettland slapp framum 2-0. Men so lukkaðu Føroyar av og fóru upp á 9-2, áðrenn Lettland aftur fekk nakað mál.

Margit Weihe Frímundsdóttir stóð væl í málinum allan dystin, og harumframt gjørdi eisini Magna Tórðardóttir vart við seg við sera tryggum vongspæli og fleiri góðum málum. Magna bleiv eisini kosin dagsins spælari hjá Føroyum í dag.

Í seinna hálvleiki høvdu Føroyar ilt við at fáa gongd á, og Lettland Lettland hug at nærkast eitt sindur, men munurin var ongantíð minni enn trý mál. Ímóti endanum fekk føroyska liðið tó fer á spælið aftur og fekk lagt sjógv ímillum, so tað endaði við einum 25-18 sigri.

Finalan í morgin klokkan 14 verður ímóti Georgia, sum fyrr í dag vann 18-14 á Belgia. Tað var annars ein dystur, har Belgia var á odda allan vegin, heilt upp til 14-13. Men so kom stígur í, og Georgia yvirhálaði í evstu løtu við fimm málum á rað.

Tí skal Belgia spæla ímóti Lettlandi um bronsuna, meðan Kypros, sum vann 28-16 á Armenia, og Estland, sum vann 61-2 á Albania, skulu spæla um fimta pláss, og so skulu Armenia og Albania spæla um sjeynda pláss.

Føroyar-Lettland 25-18 (11-6)

Magna Tórðardóttir 6

Tóra Eliasen 5

Guðrið Poulsen 4

Siw Matras Larsen 3

Maria Halsdóttir Weyhe 3

Gunnfríð Pálsdóttir Nólsoy 1

Kristina Poulsen 1

Beinta Bárðardóttir 1

Hanna H. Hansen 1