U19: FCK javnt móti Galatassaray

Føroyski Brandur Olsen hevði ein fót við í málinum, sum legði FCK á odda eftir 60 minuttum.

Føroyski Brandur Olsen hevði ein fót við í málinum, sum legði FCK á odda eftir 60 minuttum

 

Tað var Galatassaray, ið fekk fyrsta málið í dystinum móti FCK, og málið var eitt sindur tilvildarligt.

 

Tað var eitt fullkomiliga kiksað kot frá einum týrka, sum fríspældi Tas fullkomiliga, so hesin kundi leggja Galatassaray á odda.

 

Tað eydnaðist tó FCK við góðum spæli í høgru síðu at javna við máli, sum íslendski Kristjan Finnbogason setti í netið.

 

Tá 60 minuttir vóru farnir, fekk FCK eitt hornaspark í vinstru síðu, sum Brandur Olsen varð settur at skjóta. Hann sendi bóltin til handaru stong, har hann síðani varð stútaður inn fyri málið aftur, har Mads Nordan stútaði í málið.

 

Tíverri megnaði FCK ikki ar halda fast um leiðsluna, tí í  75. minutti eydnaðist tað Coskun við heilfluktara at javnað til endaliga úrslitið 2-2.

 

Brandur Olsen spældi allan dystoin fyri FCK, sum nú hevur 6 stig fyri fýra dystir, og altso enn er ósigrað.