Nú klokkan 17.30 byrjaði dysturin millum Føroyar og Norra, har tað er eitt krav til føroysku kvinnurnar, at tær skulu vinna, fyri at koma í finaluna. Her er ein møguleiki, sum nokk ikki verður minni av, at góður stuðul fæst frá nógvum áskoðarum
Føroysku U19-menninir spæla klokkan 20 ímóti Norra, men har er støðan ikki líka opin, tí longu nú er greitt, at menninir mugu spæla ímóti Íslandi um bronsuna. Tapa kvinnurnar, skulu tær eisini møta Íslandi í bronsudystinum.
Annars vunnu bæði kvinnu- og manslandsliðini hjá Danmark í U19-kappingini í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn í dag á Íslandi, og tí er greitt, at Danmark hevur vunnið seg í bæði kvinnu- og mansfinaluna í NEVZA-meistarakappingini.
Kvinnurnar vunnu 3-1 á Íslandi við settúrslitunum 25-14, 25-21, 23-25 og 25-20, og tá Danmark eisini hevur vunnið á Føroyum og Norra, er finalusessurin tryggjaður.
Tað sama er støðan hjá donsku U19-monnunum, sum eisini hava vunnið á bæði Føroyum og Norra. Í dag vunnu teir ein tryggan 3-0 sigur á Íslandi við settúrslitunum 15-25, 13-25 og 11-25.