U19-dreingirnir javnaðu í evstu løtu

Føroyska U19-landsliðið í fótbólti vann sær stig ímóti sterkum finskum landsliðið

Føroyska U19-landsliðið hjá dreingjum spældi í dag triðja og seinasta dystin í EM-undankappingini.

Mótstøðuliðið var Finnland, sum hevði tikið øll á bóli, tá ið tað gjørdist finskur sigur á Danmark í fyrsta dystinum, og hevði eisini møguleikan at spæla seg víðari í kappingini við sigri á Føroyum

Føroyingarnir høvdu eisini spælt ein fínan dyst ímóti dønum, so finsku leikararnir vóru ávaraðir um føroysku góðskuna.

Sí eisini:

U19: Hildu Danmark á pínubeinkinum

Og føroyingarnir megnaðu eisini at fáa stig ímóti sterka finska landsliðnum.

Fulham-leikarin, Terry Ablade, legði Finnland á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki og tann støðan helt sær inntil einir 88. minuttir vóru leiktir.

Tá endaði bólturin í finska málinum. Noah Nurmi úr danska felagnum, Esbjerg, varð skrásettur fyri sjálvmál, ið Aron Ellingsgaard hevði seinasta føroyska fótin á - og úrslitið gjørdist 1-1.

Danmark vann sín dyst 1-0 á Fraklandi, og endaði við at vinna bólkin frammanfyri Frakland.

Støðan í bólkinum endaði soleiðis (uefa.com)

DVJTV.mT.mM.mStig
Danmark 32014226
Frakland 32017166
Finnland 311134-14
Føroyar 301218-71

Føroyska U19-landsliðið hjá dreingjum:

Bjarti Vitalis Mørk, HB

Andreas Jansson Thomsen, B36

Børge Petersen, KÍ

Ári Arge, OB (Danmark)

Alexander Ólavsson Jensen, B68

Elias El Moustage, Thisted (Danmark)

Aron Jarnskor, Víkingur

Símun Sólheim, HB

Leivur Fossdal Guttesen, SønderjyskE (Danmark)

Jonn Johannesen, KÍ

Jóhann Hansson Joensen, B36

Peter Bergman Hansen, OB (Danmark)

Tórur Franksson Joensen, HB

Meinhard Debes Geyti, NSÍ

Noah Hans Mneney, Víkingur

Gundur Ellingsgaard Petersen, ÍF

Dánjal Reginsson, HB

Bárður Ólavsson Jensen, B68