U18-menn í torføran bólk

Føroysku U18-menninir fingu eitt torført lutakast til EM-endaspælið. Føroyar komu í bólk saman við Spania, Svøríki og Fraklandi

Føroysku U18-menninir fingu eitt torført lutakast til EM-endaspælið. Føroyar komu í bólk saman við Spania, Svøríki og Fraklandi.

 

- Tað er torført at meta um bólkarnar, tá hetta er fyrsta veruliga altjóða kapping hjá hesum aldursbólkinum, men talan er tó um tjóðir, sum vanliga gera seg galdandi í topp-4 til EM- og HM-endaspøl. Føroyska liðið hevur spælt tveir altjóða dystir, hesir vóru móti Noreg 4. – og 6. november 2021 og vann Føroyar hesar ávikavist 28-25 og 32-29, skrivar Hondbóltssambandið.

 

Kappingin verður spæld í Podgorica í Montenegro, dagarnar 4. – 14. august.

 

Bólkarnir:

 

Bólkur A: Týskland, Ísland, Ungarn, Pólland

 

Bólkur B: Kroatia, Portugal, Italia, Montenegro

 

Bólkur C: Slovenia, Danmark, Noreg, Serbia

 

Bólkur D: Spania, Svøríki, Frakland, Føroyar