Føroyska U18-kvinnulandsliðið tapti í kvøld greitt 0-3 fyri Liktinstein. Úrslitið ber við sær, at Føroyar og Luksemburg í morgin bresta saman í sannari finalu, har vinnarin tryggjar sær atgongd til EM-endaspælið.
Samandráttur úr beinleiðis frásøgnini á Portalinum sæst niðanfyri:
1. sett: Aftur hesaferð vóru føroyskar genturnar at síggja til sera nervøsar við dystarbyrjan, og tá ið hetta als ikki gongur ímóti einum so stinnum liði sum Liktinstein, komu tær føroysku skjótt afturút 0-7. Magnus Aðalsteinsson, føroyskur landsliðsvenjari, var skiljandi als ikki nøgdur við gongdina og tók time-out. Lítið nyttaði tó, og løtu seinni var 13-1 til Liktinstein. Tær føroysku genturnar høvdu stórar trupulleikar í verjupartinum og fingu so at siga ongantíð lagt upp til álop. Tær høgu genturnar úr Liktinstein langaðu ein bólt fyri og annan eftir í gólvið og vunnu settið stórt 25-9.
2. sett: Hóast føroysku genturnar loksins komu væl frá byrjan og vóru á odda 2-0, so svaraði Liktinstein skjótt og sterkt aftur og kom á odda 5-2. Føroysku kvinnurnar nú hava fingið stórar partar av spælinum at rigga betur, men munurin er framvegis ov stórur millum liðini. Liktinstein vann settið 25-14.
Sum føroyski hjálparvenjarin, Niclas Joensen, segði við Sosialin í dag, so skulu føroysku genturnar spæla upp til sítt allarbesta, um tær skulu hava nakran møguleika í hesum dystinum. Tað hava tær ikki gjørt enn, og nú er Liktinstein bara eitt sett frá at taka sigurin.
3. sett: Stóran part av triðja setti var spenningur í, men miðskeiðis í settinum dróg Liktinstein frá og punkteraði fyri spenninginum í dystinum. Føroyar spældu ikki upp til sítt besta í kvøld, og so var ikki nógv at gera. Liktinstein vann triðja sett 25-13 og harvið dystin 3-0.
Úrslitið hevur við sær, at Føroyar og Luksemburg í morgin kl.16 bresta saman í sannari finalu, har vinnarin tryggjar sær atgongd til EM-endaspælið.