Álvur Hansen, landsliðsvenjari, hevur sent boð eftir spælarunum, sum hann hevur havt til venjingar á U18-landsliðnum hjá kvinnum.
Í kvøld verður dystur móti 1. deildarliðnum hjá KÍ í Lorvík, og eftir tann dystin, verður liðið, sum skal vera í EM-kapping í oktober mánaði, úttikið.
Í summar spældi U18 kvinnulandsliðið sín fyrsta landsdyst nakrantíð, tá Ísland vitjaði á Svangaskarði, og síðani tá hava regluliga venjingar verið.
Seinastu tíðina hava teir 25 spælararnir vant eina ferð um vikuna sum oftast á Toftum.
Eftir dystin í kvøld fer Álvur Hansen at geva 18 spælarunum boð um, at tær skulu halda fram á liðnum og vera við í EM-kappingini í oktober.