Føroyska U18 kvinnulandsliðið í hondbólti skal í døgunum 30. juni til 4. juli luttaka í European Open í Gøteborg í Svøríki. Føroyska liðið er komið í bólk saman við Rumenia, Noreg, Íslandi og Eysturríki. Fyrireikingarnar eru farnar í gongd, og ein bruttohópur verður tikin út í næstum. Hetta skrivar heimasíðan hjá HSF í dag.
European Open er ein kapping, sum á hvørjunm ári verður spæld síðuleypandi við Partille Cup. Tað eru fyrireikararnir av Partille Cup, sum saman við EHF (Evropeiska hondbóltssambandið) og SHF (Svenska hondbóltssambandið), ið skipa fyri kappingini. Annaðhvørt ár er kappingin fyri U19 manslandslið og annaðhvørt ár fyri U18 kvinnulandslið. Hetta er sama kapping, sum U19 manslandsliðið luttók í í fjør við sera góðum úrslitum.
Tað verður danin Flemming Oliver Jensen, sum kemur at standa á odda fyri liðnum, sum skal mannast við leikarum, ið eru føddir í 1996 ella seinni. Tað eru lutvíst somu leikarar, sum í vetur hava verið við til G17 úrvalsvenjingarnar. Samstundis eru nakrir leikarar í hesum aldursbólkum í Danmark. Tá HSF og Flemming Oliver Jensen í februar gjørdu nýggja samstarvsavtalu fyri úrvalsvenjingar komandi kappingarár 2014/15, varð avtala gjørd um, at Oliver skuldi hava ábyrgdina av U18 liðunum - bæði hjá kvinnum og monnum.
Ætlanin hjá HSF er at luttaka í European Open, sum er ein sera dygdargóð og mennandi kapping. Samstundis staðfestir HSF, at hetta er enn ein liður í gongdini at byggja upp eitt væl skipað og støðugt landsliðs- og úrvalsarbeiði fyri føroyskan hondbólt.