Føroyska U18 landsliðið hjá gentum vann í dag annan dystin á rað í menningarkappingini í Tallin í Estlandi. Dysturin í dag var móti vertstjóðini. Úrslitið gjørdist 3-0. Milja R. Simonsen skoraði tvey av málunum, meðan Kára Djurhuus skoraði eitt.
Føroyska liðið var við yvirlutan frá byrjan, og kundi havt lagt seg á odda longu tíðliga í dystinum. Føroyska liðið vann eisini í gjár, tá tær spældu móti Aserbadjan. Tann dysturin endaði 1-0 við málið, sum Milja R. Simonsen skoraði.
Í morgin er frídagur, áðrenn Føroyar fríggjadagin spæla móti Turkalandi. Venjarar hjá føroyska liðnum eru John Petersen, Ingun Hansen og Jan M. Laursen.