U18-EM: Í kvøld bíðar Liktinstein

Føroyska U18-kvinnulandsliðið hevur trupla uppgávu í kvøld, tá ið Liktinstein bíðar teimum. Vinna tær føroysku kvinnurnar dystin í kvøld, standa tær sera væl í mun til at spæla seg víðari til EM-endaspælið.

 

Liktinstein er helst sterkasta liðið í bólkinum, og gjørdu tær í gjár av við Luksemburg við tryggum 3-0-sigri. Sambært Niclasi Joensen, hjálparvenjara, verður talan eisini um eina trupla uppgávu í kvøld.

 

- Vit skulu spæla upp til okkara besta, um vit skulu klára tað. Tær hava eina ógvuliga sterka í álopspartinum, men um vit standa væl í verjuni og fáa servurnar at koyra, kunnu vit leggja trýst á tær og stressa tær á tann hátt, sigur Niclas Joensen.

 

Dysturin ímóti Liktinstein í kvøld byrjar kl.19.30 í høllini á Hálsi. Portalurin skrivar beinleiðis frásøgn frá dystinum.