Í gjárkvøldið fór føroyska U17-landsliðið í mansflogbólti til Finnlands, har teir skulu taka lut í NM-kappingini. Dreingirnir skulu á ferðini leika ímóti Danmark, Íslandi, Noreg, Svøríki og FInnlandi. Fyrstu dystirnir eru fríggjadagin og kappingin endar sunnukvøldið. Mánadagin er hópurin aftur í Føroyum. Teir, sum manna liðið, eru: Gunnar í Dali, TB, Hugin Albinus, TB, Filip Gram, SÍ, Brandur Heinason, SÍ, Emil Mikkelsen, SÍ, Jan Ellingsgaard, ÍF, Fríði Vang, Nøvan, Leo Joensen, Nøvan, Bogi Midjord, Fleyr, Bjarki Enni, Fleyr, Regin Ellingsgaard, Fleyr og Rói Hentze, Fleyr. Venjarar eru Jan Hentze og Rúna Hentze.