U17: Thomas og Bartal skoraðu fyri Føroyar

U17-landsliðið við dreingjum tapti týsdagin 7-2 fyri Estlandi. Thomas Bjørn Miezan og Bartal Páll Klein skoraðu føroysku málini, skrivar Fótbóltssambandið

Thomas Bjørn Miezan og Bartal Páll Klein gjørdu føroysku málini móti Estlandi - Mynd: Jan Djurhuus

U17-landsliðið við dreingjum tapti týsdagin 7-2 fyri Estlandi. Thomas Bjørn Miezan og Bartal Páll Klein skoraðu føroysku málini, skrivar Fótbóltssambandið. Tað gekk ikki heilt eftir vild, tá føroyska U17-landsliðið við dreingjum týsdagin spældi fyrsta dystin í UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum er í Estlandi.

 

Luttakandi londini eru Føroyar, Kasakstan, Ný Kaledónia og Estland, sum var fyrsta mótstøðuliðið hjá okkara dreingjum. Og úrslitið gjørdist ein tryggur 7-2 sigur til estlendsku vertirnar, sum vóru á odda 2-0 í steðginum.

 

Málskjúttar hjá Føroyum vóru Bartal Páll Klein og Thomas Bjørn Miezan. Seinnevndi hevur fyri kortum gjørt sáttmála við danska stórfelagið FCk. Næsta umfar í kappingini er hósdagin. Tá møtast Føroyar og Ný Kaledónia, og Kasakstan og Estlandi.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Thomas Bjørn Miezan og Bartal Páll Klein gjørdu føroysku málini móti Estlandi - Mynd: Jan Djurhuus