KÍ hevur fyri sjeyndu ferð í søguni vunni steypakappingina fyri U17-dreingir. Tað gjørdu teir við einum 1-0 sigri á HB á Tórsvølli í dag. Stóra hetjan fyri KÍ bleiv Silas Gaard, sum í seinna hálvleiki skoraði avgerandi málið.
Tað vóru annars fáir málmøguleikar í dystinum. HB mundi hava lutin leikliga á bóltinum, men tað var eins vandamikið, um ikki meir, tá KÍ fór í mótálop. Dysturin var merktur av nógvum longu sendingum, og avgjørdum verjuspælið, har bólturin bleiv ruddaður vekk, tá tað bleiv vandamikið.
Avgernadi løtan kom í seinna hálvleiki, tá Silas Gaard bleiv leysur við málverjnum og rak framvið honum og trillaði bóltin í málið. HB royndi at svara aftur og hevði bóltin nógv, men tað eydnaðist ongantíð at veruliga at koma til málmøguleikar. Heldur vóru klaksvíkingar nærmast at økja, tá málvejrin kom úr málinum, men ikki náddi bóltin. Fyrst stóð verjuspælari fyri, og eftirfylgjandi fór skotið úr 25 metum við síðuna av tóma málinum.
Við hesum er KÍ vinnari av Blaðberasteypinum.