U17 skal til Týsklands

Tríggjar stórar europeiskar fótbóltstjóðir bíða U17 fótbóltslandsliðnum, sum síðstu vikuna í oktober skal spæla í EM undankapping.

UEFA lutakastið var í Barcelona í dag. Føroyar komu í bólk seks saman við Svøriki, Rumenia og Týsklandi. Avrátt er at dystirnir skulu spælast í Týsklandi 25., 27. og 31. oktober.

Føroyar hava fleiri ferðir spælt móti Svøríki í NM kappingum. Síðsti dysturin var í Íslandi 2. august í 2005. Ta ferðina var úrslitið 1-1 (0-0). Henning Joensen úr VB legði í 70. minutti Føroyar á odda.