U17: Okkara kvinnur vunnu fjórðingsfinaluna

Føroya hava í dag vunnið fjórðingsfinaluna í millumtjóða kappingina NEVZA U17 2014 í Onglandi.

Føroya hava í dag vunnið fjórðingsfinaluna í millumtjóða kappingina NEVZA U17 2014 í Onglandi.

 

Føroysku kvinnurnar vunnu 3-2 ímóti Íslandi í einum sera tøttum dysti, har Ísland vann fyrsta sett, og síðani vunnu føroysku kvinnurnar næstu tvey settini. Ísland vann fjórða sett, men fimta sett vann Føroyar, og harvið vunnu okkara kvinnur fjórðingsfinaluna á NEVZA U17 2014.

Í kvøld kl. 19:30 skulu kvinnurnar so í eldin aftur, tá tær spæla semifinalu, móti Finnlandi, sum er seedað at vinna kappingina.