U17 og U19 til norðurlond

Lutakast hevur í dag verið um, hvussu U17 og U19 landsliðini við gentum skulu spæla komandi ár.

 

Tað skrivar fsf.fo.

 

Føroyska U17-landsliðið við gentum kom í bólk saman við Danmark, Wales og Grikkalandi. Danir verða vertir fyri undankappingini, sum verður spæld í døgunum 5. til 10. august komandi ár.

 

Lutakastið hjá U19-landsliðnum háttaði seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk saman við Kekkia, Finnlandi og Moldova. Finnland verður vertur fyri undankappingini, sum verður spæld í døgunum 21. til 26. september 2013.