U17 og U19 gentulið úttikin

Seinasta summar vóru U17 og U19 genturnar í Íslandi á venjingarlegu, har tær leiktu nakrar venjingardystir móti íslendsku U17 og U19 liðunum. Bæði føroysku og íslendsku liðini vóru vælnøgd við hetta átakið, og varð tí gjørt av at royna hetta aftur í ár. Hesa ferð eru tað íslendsku genturnar, sum koma til Føroyar at leika dystir. Dystirnir verða leiktir í Klaksvík og Fuglafirði 24. og 25. juli.

 

Bjørn Krog og Jacob Thomsen hava úttikið hesar genturnar til U19 landsliðið:

Rakul M. Johannesen og Vár Højsted, B36

Jakoba Sevdal og Ninna Davidsen, B68/NSÍ

Sólja T. Eiðisgarð og Íðunn Magnussen, EB/Streymur

Birita Mortansdóttir og Tórhild Holm, HB

Ása K Thomsen og Sufía Purkhús, KÍ

Birna Tummasardóttir og Mirjam D Frederiksberg, Skála

Ansy Sevdal og Súsanna Norðgerð, Víkingur

Katarina Saxov, AB

Margit Magnussardóttir, MB

Nelly Poulsen, Varde IF (DK)

Bjarta O. Johansen, TEAM VIBORG (DK)

 

Álvur Hansen og Magni Jarnskor hava úttikið hesar genturnar til U17 landsliðið:

Jónfríð Hansen, Ragna í Lambanum, Marta Thomsen og Vár Næs, ÍF

Gunnrið F Joensen, Eyðvør Klakstein, Maria K Thomsen og Annika Petersen, KÍ

Elsa Anna Mohr, Kristianna Balle og Elsa J. Johansen, B36

Amanda Klein Olsen, Lea Reginsdóttir og Anna A. Brimnes, HB

Ásleyg Súnadóttir og Elsa Splidt Jacobsen, AB

Amanda Jensen, EB/Streymur

Dania A. Olsen, NSÍ/B68

Birna Tummasardóttir, SKÁLA