U17: Norðurírar vóru sterkari

U17-landsliðið við gentum tapti 3-0 fyri Norðurírlandi, tá annað umfar í EM-undankappingini varð spælt sunnudagin

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Norðurírlandi - Mynd: Jógvan Páll Joensen

Føroyska U17-landsliðið við gentum, sum í hesum døgum tekur lut í EM-undankapping í Ísrael, tapti eisini annan dystin í kappingini, skrivar Fótbóltssambandið.

 

- Í fyrsta dystinum máttu okkara gentur lúta fyri 2-0 fyri ísraelsku vertunum, og sunnudagin var Norðurírland ein av stórur biti. Norðurírsku genturnar vunnu 3-0, eftir at tær vóru á odda við einum máli í steðginum, verður sagt úr Ísrael.

 

Seinasta umfar verður spælt mikudagin, og tá er mótstøðuliðið Luksemborg, ið eisini hevur tapt báðar dystirnar í kappingini. Luksemborg tapti 2-1 fyri Norðurírlandi, og 5-1 fyri Ísrael.

 

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Norðurírlandi - Mynd: Jógvan Páll Joensen