Síðsta steypafinalan í ungdómsdeildini áðrenn tey vaksnu seinnapartin og í kvøld fara at dystast, var á Tórsvølli kl.14.00 ímillum Víking og HB í U17-deildini hjá dreingjum.
Miðvallartalentið hjá Víkingi, Noah Mneney, legði teir ljósabláu á odda 1-0 tá ið fyrri hálvleikur var útvið hálvrunnin. Hann var hægstur á einum hornasparksinnleggi og stútaði bóltin í mál.
Sum dysturin leið royndi HB at spenna álopsbogan, og hóast onkur góður málmøguleiki var, so eydnaðist tað ikki at fáa útjavnandi málið.
Noah Mneney gjørdist harvið sigursharri við einasta málinum í finaluni, og við 1-0-sigrinum á HB eru U17-dreingirnir hjá Víkingi harvið steypavinnarar 2019.
Dagsins leikari var Ási Dam.
Víkingur - HB 1-0 (1-0)
1-0: Noah Mneney, 18.











