U17: Nærkast fullari manning

Tað verða aftur broytingar á liðnum, sum hesa ferð spæla móti Fraklandi

Føroyska U17 landsliðið hevur havt sína seinastu venjing undan helst møtumiklastu uppgávuni higartil, tá okkara ungu menn skulu spæla móti Fraklandi. Tað er longu greitt, at nakrar broytingar verða á liðnum.

 

Asbjørn Heðinsson úr 07 Vestur bleiv útvístur í 2-0 tapinum fyri Skotlandi. Tí hevur hann leikbann. Steffan A. Løkin úr NSÍ hevur trupulleikar við stórutá. Arbeitt veður við at fáa áleyparan kláran til dystin.

 

Bæði málverjin, Bárður á Reynatrøð úr Víkingi, og miðvallarin úr B36, Magnus Holm Jacobsen, eru við eftir at hava sitið fyrsta dystin yvir við leikbanni. Tórur Jacobsen úr KÍ sat eisini yvir í fyrsta dystinum við skaða, men tað verður vónað, at hann klárar at spæla í morgin.

 

Til landsliðsvenjingina í dag kundi sæð út til, at Bárður á Reynatrøð verður millum stengurnar, meðan Sølvi Sigvardsen úr NSÍ verður fluttur frá miðvøllinum og aftur á høgra bakk fyri Asbjørn Heðinsson. Nýggjur á miðjuni verður Magnus Holm Jacobsen.

 

Um Steffan A. Løkin ikki spælir, so tykist sannlíkt, at Símun Sólheim úr HB verður fluttur av vonginum og inn á framrættaða miðvøllin, so at Stefan Radosavljevic úr TB/FCS/Royn verður fluttur fram í álopið. Síðani kemur Tórur Jacobsen inn á vinstra vongin, meðan Hanus Sørensen er á hinum vonginum.

 

Vit gita: (4-2-3-1)

Bárður á Reynatrøð – Sølvi Sigvardsen, Dann Fróðason, Andrias Edmundsson, Sjúrður Pauli Nielsen – Magnus H. Jacobsen, Elias El Moustage – Hanus Sørensen, Símun Sólheim, Tórur Jacobsen – Stefan Radosavljevic