Lukakastið til U17 EM kappingina hjá hondbóltsgentunum hevur verið í morgun. Føroyar eru í bólki A saman við Póllandi, Makedonia, Sveis og Grikkalandi.
EM kappingin, sum verður í komandi ár, verður spælt eftir nýggja EHF leistinum. 16 tey fremstu londini spæla um sjálvt EM, meðan Føroyar og hini 20 londini skulu spæla um uppflyting til A-endaspælið, tá somu aldursbólkar í 2018 skulu spæla um EM.
Tey 20 londini í uppflytingarspælinum eru aftur býtt í tveir undirbólkar á 10 lið, sum skulu spæla í Litava og Makedonia. Hesir undirbólkarnir eru so aftur býttir í ein A og ein B bólk.
Fyrsta kappingin, sum varð spæld eftir nýggja leistinum, var EM kappingin fyri U18 manslandslið, sum var spæld í ár. Føroyar gjørdist nummar trý í sínum bólki. Leisturin vísti seg at rigga væl við nógv fleiri jøvnum og spennandi dystum.