U17-landsliðið tapti tepurt fyri Bulgaria

U17-landsliðið hevur eitt stig aftaná tveir dystir

Føroyska U17-landsliðið tekur í hesum døgum lut í einari Ligu B undankapping í Malta.

 

Fyrr í dag spældu Føroyar annan dystin í hesari undankappingini. Talan gjørdist um tepurt 0-1 tap fyri Bulgaria, ið skoraði sigursmálið miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

 

Í sama bólki vann Luksemborg 2-1 á Malta.

 

Bulgaria er fremst við seks stigum. Luksemborg hevur fýra stig, Føroyar hava eitt stig, og Malta er aftast í bólkinum við ongum stigi.

 

Mikumorgunin klokkan 10 spæla Føroyar triðja og seinasta dystin í undankappingini. Hann verður ímóti vertslandinum, Malta.

 

Fyrstu 11:

 

12 Markus Johansen (M)

 

2 Silas Bjarnason Joensen

 

3 Jens Eiler Samsson

 

6 Eyðtór Eyðsteinsson Joensen

 

8 Djóni Sivertsen (L)

 

9 Páll Müller

 

13 Dennis Anghel

 

15 Diktus Olsen

 

16 Ezra Lukama

 

17 Jógvan í Skála

 

18 Høgni á Steig

 

Kelda: FSF