Fyrr í dag tapti U17-manslandsliðið dystin um níggjunda plássið í European Open kappingini í Göteborg.
Føroyar taptu 21-23 fyri Kekkia, ið var á odda 10-9 í steðginum.
Søguliga er talan um næstbestu endastøðuna hjá Føroyum í kappingini.
Málskjúttar: Filip Haldansen 6, Lýðar í Dímun 4, Jákup Egholm 3, Fríði Holm í Innistovu 3, Haraldur Karlsson 2, Jógvan Andreas Lamhauge 1, Torkil Sverri Debes Dahl 1, Helgi Jacob Halldórsson 1.