Føroyska U17 skal í dag spæla móti Sveis í EM undankappingin, sum verður avgreidd í Eysturríki. Føroyska liðið til dystin klokkan 14.00 í dag er sett.
Teir, ið byrja eru: Elias Rasmussen - Bartal Wardum, Danjál Godtfred, Leivur Højgaard, Absalon Eliasen - Jákup F. Hansen, Hákun Edmundsson(liðsk.) - Benjamin Heinesen, Betuel Hansen, Jógvan á Lað Jacobsen - Meinhard Olsen.
Á bonkinum eru: Emil R. Madsen, Høgni E. Nielsen, Steintór Fagradal, Aron Klementsen, Dan í Soylu, Pol Sigurð Kristiansen og Ari Krosslá Poulsen.
Dysturin verður spældur í Hall, sum liggur í Tirol landslutinum. Tað hevur verið nakað váttligt í Eysturríki seinastu dagarnar, og tí slapp liðið ikki at venja á vøllinum í gjár. Í dag hevur tó verið turt.
Vit frætta úr Eysturríki, at onkrir hava drigist við smærri snuddir, men at allir menn eru tøkir.
Tað ber til at fygja dystinum á heimasíðuni hjá UEFA HER