Føroyska U17 landsliðið í fótbólti spældi seg í kvøld í finaluna í Aberdeen International Football Festival
Føroyar spældu ímóti felagnum Keith í hálvfinaluni í kvøld, og Føroyar vunnu dystin 3-1.
Páll Klettskarð úr KÍ (myndin) skoraði tvey mál, og Erling Jacobsen úr GÍ gjørdi tað triðja.
Finalan hjá U17 landsliðnum verður leygardagin kl. 14.30.










