FSF skrivar á Facebook: U17 genturnar vunnu fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum er í Albania.
Føroyar vunnu 2-1 á Kasakstan. Málskjúttar vóru Silja Ragnarsdóttir og Brá Zachariasardóttir. Skrivar FSF.
Komandi mánadag klokkan 13 spæla Føroyar móti vertstjóðini, Albania, og komandi hosdag klokkan 13 verður Wales mótstøðuliðið.
Hetta fullfíggjar eina góða landsliðsviku, har U19 mennirnir vunnu 3-2 á Armenia, og A-landsliðið megnaði 0-0 móti bólkavinnarunum, Albania á útivølli.
##med2##