U17 kvinnurnar vendu 1-4 til 4-4

Føroyska U17 kvinnulandsliðið mátti lúta fyri Írlandi, men ikki uttan svørðslag

Mynd: FSF

Føroyska U17 kvinnulandsliðið í fótbólti tekur í hesum døgum lut í einari EM-undankapping í ligu B, har Írland og Litava eru mótstøðuliðini. Kappingin fer fram í Litava.

 

Tíðliga seinnapartin taptu Føroyar 4-6 fyri Írlandi. Hóast tapið framdu føroysku kvinnurnar eitt ávegis bragd.

 

Tað vóru ikki leiktir meir enn 20 minuttir av dystinum, so var Írland á odda 3-0. Sára Benjaminsen minkaði um munin til 3-1 í 21. minutti, men bert tveir minuttir seinni økti Írland til 4-1. Eftir hetta komu Føroyar sterkt aftur. Fýra minuttir undan steðginum minkaði Karla Sjóstein til 2-4. Tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik var Sigrið Hansdóttir á blettinum og skoraði til 3-4. 10 minuttir seinni javnaði Sára Benjaminsen til 4-4.

 

Men tær írsku fingu høvdið fyri seg aftur, og tær tryggjaðu sær sigurin við tveimum málum. 

 

Leygardagin klokkan 12 spæla Føroyar móti vertstjóðini, Litava.

 

Mynd: FSF