Fótbóltur
Týsmorgunin var lutakast á høvuðsskrivstovuni hjá UEFA í Nyon, Sveits, um hvussu komandi undankapping fyri U17-kvinnur skuldi skipast.
Føroyar vóru við í lutakastinum, og tilvildin lagaði seg soleiðis, at føroysku kvinnurnar komu í bólk 5, sum skal spælast í Turkalandi. Turkaland og Føroyar lógu bæði í næsta pottinum yvir lond, ið ikki verða mett at vera millum tey sterkastu.
Úr tí sterka hópinum komu Írland og Holland.
Kappingin verður hildin í døgunum 16. til 24. oktober 2008. Hetta er heldur seint á árinum, men hetta var valt, tí at hitin kann vera nógvur í Turkalandi fyrr á árinum.