U17-kapping verður í Føroyum

NM-kappingin fyri U17-landslið verður í ár í Føroyum. Hesum boðar Fótbóltssamband Føroya frá. Luttakandi londini í kappingini skiftast um at vera vertur, og eftir at Ísland í fjør skipaði fyri kappingini, eiga Føroyar tørn í ár.

 

Luttakandi londini eru Ísland, Finnland, Svøríki, Noreg, Danmark og Ongland, sum er gestaluttakari, umframt at føroyska U19-landsliðið eisini verður við í kappingini í ár. Teir skulu brúka hesa kappingina sum fyrireiking til EM-undankappingina seinni í ár.

 

Kappingin er skipað í tveir bólkar. Í bólki A eru Ongland, Noreg, Finnland og Føroyar U17. Í bólki B eru Danmark, Ísland, Svøríki og Føroyar U19.

 

Fyrsta umfar verður spælt mánadagin 6. august, og finalan verða spæld leygardagin 11. august. Flestu dystirnir verða leiktir á Ovara Vølli í Gundadali, men innleiðandi dystirnir verða eisini spældir í Klaksvík, í Norðragøtu, í Streymnesi og á Toftum.