U17: Jákup hevur skotið 44 mál í seks dystum

Tað hevur hilnast væl hjá Jákupi Egholm í European Open kappingini í Göteborg

Mynd: HSF

Føroyar hava ein veruligan stórskjútta á U17 manslandsliðnum í hondbólti, ið kappast í European Open kappingini í Göteborg.

 

Jákup Egholm úr H71 hevur í seks dystum higartil skotið heili 44 mál. Í morgin klokkan átta spæla Føroyar móti Belgia, og tá verður uttan iva lagt væl aftrat talinum.

 

Jákup Egholm hevur sostatt eitt málsnitt, ið er 7,33 mál pr. dyst.

 

Næstbesti føroyski málskjúttin, Magnus Árason hevur skotið 23 mál higartil. Rúnar Hammer er triðbesti føroyski málskjúttin við 22 málum. 

 

##med2##

 

Mynd: HSF